Bogi Andreasen farin upp í Fólkaflokkin

Varaborgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Bogi Andreasen, hevur í dag meldað seg úr Tjóðveldinum og er farin upp í Fólkaflokkin. Hann verður eisini valevni fyri Fólkaflokkin til løgtingsvalið komandi.

Hesum boðar hann frá í skrivi, hann hevur sent Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag og Høgna Hoydal, har hann sigur, at sjónarmið hansara verða betur umboðað í øðrum flokki, Fólkaflokkinum.

- Fylgjurnar av hesum politiska skilnaði er, at eg kenni meg noyddan at siga meg úr Tjóðveldi og harvið úr meirilutanum í býráðnum og fari yvir til Fólkaflokkinum, sum nú situr í minnilutanum. Eisini havi eg avgjørt at taka við tí tilboði, sum eg havi fingið um at stilla upp sum valevni fyri Fólkaflokkin til komandi løgtingsval, sigur Bogi Andreassen, sum annars nýtir høvi at takka Tjóðveldi, Høgna Hoydal og býráðsmanning floksins fyri samstarvið hesi farnu trý árini.

Logiska fylgjan av hesum er, at Bogi Andreasen leggur starvið sum varaborgarstjóri frá sær, at Tjóðveldi missir ein sess í hvørji nevnd, og at Fólkaflokkurin fær eitt umboð afturat í hvørja nevnd.

Á seinasta býráðsvalið vóru teir 13 sessirnir í Tórshavnar Býráð býttir soleiðis:

Javnaðarflokkurin 5

Tjóðveldi 4

Fólkaflokkurin 3

Sambandsflokkurin 1

Nú Bogi Andreasen fer úr Tjóðveldi í Fólkaflokkin soleiðis:

Javnaðarflokkurin 5

Fólkaflokkurin 4

Tjóðveldi 3