Bogi aftur í ÍF

Bogi Reinert-Petersen og ÍF hava gjørt eina avtalu fyri kom­andi kappingarár. Bogi er upp­vaksin í felagnum, men hev­ur spælt niðri síðani hann var 15 ár

Bogi er miðvallari og hevur umboðað Føroyar á fleiri ung­dóms­landsliðum. Hann fór sum 15 ára gamal til Vejle í Dan­mark at spæla fótbólt.
Hann gjørdi eitt stutt rend til Føroyar í seinnu hálvu í 2011. Tá spældi hann við ein­um kreppuraktum HB liðið. Síð­ani hevur hann spælt við Hedensted í Danmarksseriuni.
Sáttmálin er galdandi fyri kom­andi kappingarár, skrivar heima­síðan hjá ÍF.