Bogdan til Klaksvíkar

Stórskjúttin hjá H71 fer nú at spæla við Team Klaksvík

Tað ljóðaði í fjør, at samstarvið millum H71 og Bogdan Florea, sum hevur verið stórskjútti teirra seinastu árini, ikki var heilt so gott longur.

 

Og nú er altso púrasta greitt, at tað ikki verður við H71, at Bogdan skal spæla komandi hondbóltsveturin. Hann hevur nevnliga skrivað undir avtalu við Team Klaksvík - tað váttar leiðslan í felagnum fyri Norðlýsinum.

 

Team Klaksvík er framvegis í tilgongd, har roynt verður at stabilisera liðið í bestu føroysku hondbóltsdeildini, samstundis sum roynt verður at seta egið fólk við. Enn eru flestu av egnu spælarunum tó rættiliga ungir, og tí er neyðugt, at tað eisini verður dúvað upp á útlendskar kreftir.