Bogdan gevst

Tjaldur tryggjaði sær leygardagin fyrsta føroyameistaraheitið í søgu felagsins. Og nú fyrireikingar skjótt byrja til at endurvinna FM-heitið, verður tað uttan venjaran Bogdan. Tað skrivar Dimmalætting á sínari heimasíðu. Venjarin boðaði eftir seinna finaludystin frá, at hann ikki heldur fram í starvinum. Sambært Dimmalætting er tað framvegis ógreitt, hvør verður venjari hjá Tjaldri.