- Nei, eg líði onga neyð. Eg havi bæði fartelefon, DVD og nóg mikið av mati. Hvat meir kann eg krevja?!, sigur nógv umrøddi russin á Skála, Bogdan Trendovatskiy - Eg elski fisk og mær hevur altíð dámað sera væl at fiska ? serliga nú eg havi fingið stundir til tað her á Skála.
- Her er nokk at fáa, og skal eg siga tær, at eftir bert tveimum tímum havi eg kunnað fingið 2-3 kilo av seiði og skrubbum. Ein dagin fekk eg eisini eina stóra brosmu her inni við skipið, sigur tann 52 ára gamli russiski maskinmeistarin, sum upprunaliga er ættaður úr Murmansk í Norðurrusslandi.
Í dag vanta tveir mánaðir og fýra dagar í, til hann hevur verið her í eitt ár. Og líkt er til, at Bogdan Trendovatskiy hevur havt nóg mikið at gera, hevur trivist her. Hann hevur havt eftirlitið við Tróndi og Orion, sum liggja við bryggju á Skála.
Seinnapartin í dag gjørdist greitt, at hann sleppur heim til sín sjálv í kenda fiskivinnubýnum Murmansk, og av fráferðin verður í morgin. Sum skilst er flogferðslan soleiðis skipað, at hann kann verða heima við hús í morgin.
Hann hevur hug at koma aftur hendavegin, men tann komandi tíðin má so bert avgera, um tað verður so, nú ein loysn umsíðir fekst í lag við lønarspurningi hansara.
Í grein í Sosialinum í dag er stór samrøða við henda maskinmeistarin.










