Á fyribilstekningini frá Landsverkfrøðinginum yvir tunnilin undir Leirvíkar bygd, sást at um henda ætlanin verður framd í verki, so kemur tunnilin at ganga í einum boga undir bygdini. Men sagt verður, at henda tekningin er ógvuliga fyribils, tí ongar jarðfrøðiligar kanningar eru gjørdar. Tí er henda ætlanin ein leystlig meting um, hvar ein tílíkur tunnil kann verða, verður sagt frá Landsverkfrøðingin.
Uppskotið frá vinnumálaráðnum staðfestir sum sagt, at tunnil skal gerast undir Leirvíkar bygd. Tað kom fyri á formligum landsstýrisfundi mikudagin, har tað var góðkent. Síðani fer uppskotið niðan í tingið, og væntandi kemur tað fyri á tingfundi týsdagin.
Bjarni Djurholm sigur, at lógin um fast samband um Leirvíksfjørð sigur, at landsstýrismaðurin skal taka støðu til, um tunnilin undir bygdina skal gerast ella ikki. Men av tí at hetta er ein verkætlan sum kemur at kosta nærum tað dupulta, sum ein vegagerð, so metir landsstýrismaðurin ikki, at hann einsamallur hevur heimild til at taka avgerðina. Tí hevur hann gjørt av, at uppskotið skal leggjast fyri tingið.
Upprunaliga var ætlanin at gera eina nýggja lóg um tunnilsgerð undir Leirvík, men av tí at tær neyðugu metingarnar og forkanningarnar ikki eru lidnar enn, so hava tey í staðin gjørt eitt uppskot um broyting í lógini um fast samband um Leirvíksfjørð. Hetta fyri, at arbeiðið við undirsjóvartunnilin kann halda fram. Tí lógin ásetur at landsstýrismaðurin skal hava tikið støðu til málið, áðrenn arbeiðið við sjálvum tunlinum kann halda fram.










