Hetta vikuskiftið hevur kapping í bogaskjoting verið í hølinum hjá Vágaskoti í Miðvági. Leygardagin kappaðust undgdómsskjúttarnir á 15 metra frástøðu, og sunnudagin kappaðust vaksnu skjúttarnir á 18 metra frástøðu.
Hjá teimum yngru vann Tóra Dinna Reynskor í recurve, meðan Jógvan Petersen vann hjá teimum vaksnu. Í compund fór Jóannes Poulsen avstað við sigrinum. Her eru úrslitini frá kappingini:
Tey yngru - recurve:
Tóra Dinna Reynskor (V) 266+269 = 535
Fríði Leitisskarð (T) 265+254 = 519
Jóhanna F. Haraldsen (V) 222+187 = 409
Rókur U. Árting (V) 153+177 = 330
Anny S. Poulsen (V) 134+159 = 293
Fjróðingsfinala:
Rókur – Anny : 6 – 2
Hálvfinala:
Tóra Dinna – Rókur : 6 – 0
Fríði – Jóhanna : 6 – 0
Bronsufinala:
Jóhanna – Rókur : 6 – 2
Gullfinala:
Tóra Dinna – Fríði : 7 – 3
Úrslitini hjá vaksnu skjúttinum gjørdust hesi:
Compound:
Jóannes Poulsen (Ø) 291+289 = 580
Aleksandur Leitisstein (Ø) 276+275 = 551
Jógvan Niclasen (T) 280+278 =558
Sámuel Petersen (Ø) 279+273 = 552
Hálvfinala:
Jóannes – Aleksandur : 142 - 141
Jógvan – Sámuel : 137 - 134
Bronsufinala:
Aleksandur – Sámuel : 141 – 142
Gullfinala:
Jóannes – Jógvan : 143 – 137
Recurve:
Eggaba Andreasen (V) 252+241 = 493
Benjamin Isaksen (Ø)244+234 =478
Jógvan Petersen (Ø) 228+243 = 471
Baldur U. Árting (T) 206+219 = 425
Sigfríður G. Lützen (T) 167+187 = 354
Fjórðingsfinala:
Baldur – Sigfríður : 6 – 2
Hálvfinala:
Eggaba – Baldur : 5 – 5 ( Shoot-off : 9 – 9 , Baldur var tættari miðjuni)
Benjamin – Jógvan : 2 – 6
Bronsufinalan:
Eggaba – Benjamin : 2 – 6
Gullfinala:
Baldur – Jógvan : 0 – 6
Næsta kapping verður í hølinum hjá Ørvi í Runavík vikuskiftið 16. og 17. feburar.