Bogaskjóting fær venjarar

Hóast Oyggjaleikirnir hava verið eitt satt Klondyke fyri føroyskar bogaskjúttar, so hava næstan eingir útbúnir venjarar verið til ítróttargreinina í Føroyum. Hetta roynir bogaskjótideild Føroya at broyta

Bogaskjóting

 

Nógv metal er komi heim til Føroyar vegna bogaskjúttarnar í Føroyum, síðan hendan ítróttargrein kom til Føroya, og Oyggjaleikirnir fingu umboðan av føroyskum bogaskjúttum. Hóast tað, hava tað heilt sjáldan verið nakrir venjarar í Føroyum. Tað, ið hevur verið av venjing, hevur verið, tá bogaskjótideildin onkuntíð hevur sent boð eftir venjarum til nøkur skeið, og annars tann venjingin, ið skjúttarnir sjálvir hava givið hvørjum øðrum, út frá bókum og upplivingum.

Í gjár byrjaði eitt skeið, har allir bogaskjúttar, ið hava skotið meiri enn eitt ár kundu luttaka í. Talan er um eitt slag av skúla, har farið verður fram eftir svenskum grundhugsanum, soleiðis, at hesi, ið nú hava verið á skeið og halda fram við hesum, fáa eitt sindur av grundleggjandi vitan um venjing í bogaskjóting, so at ungir og nýggir skjúttar fáa gott í beinið, heldur enn at verða noydd at broyta tað mesta seinni, tá tey sjálvi finna fram til nakrar loysnir.

 

Svenskt snið

Millum Norðurlondini er Svøríki landið við ríkast bogaskjótisøgu. Hetta er ein av orsøkunum, at føroyingar nýta tilfar frá svium heldur enn okkurt annað av Norðurlondunum, men føroyingar hava í bogaskjótihøpi eisini havt sera gott samstarv við sviar, síðan føroyingar byrjaðu at skjóta við boga og píli. Maðurin handan grundhugsanina í svenskari bogaskjóting, Leif Jansson, hevur fleiri ferðir verið í Føroyum og tað var eisini upp á tal, at hann skuldi koma henda vegin at undirvísa í hesum tilfari, hann sjálvur hevur gjørt. Hetta metti Leif Jansson tó vera óneyðugt og kemur heldur, tá nakrir av venjarunum koma eitt sindur longri, so Schandorff Vang stendur fyri skeiðunum fyribils.

 

Lívligt kjak

Hóast ongir veruligir venjarar eru innan bogaskjótingina, eru nógvar ymiskar hugsanir um, hvussu tað tekniska innan bogaskjóting skal gerast og eisini eru býttar hugsanir um, hvussu ein bogi skal stillast inn, og burtur úr hesum kom nógv lívligt kjak. Orsøkin til hetta er, at føroyskir bogaskjúttar hava eyguni við sær, og millum allar heimsins skjúttar, er ongin, ið skjýtur á sama hátt.

 

Í trá við ÍSF

Tá fundur var í útvarpshøllini hjá Kringvarpinum um ítrótt í Føroyum, vóru fólk á einum máli um, at ein av heilt stóru trupulleikunum í føroyskari ítrótt er, at alt ov fáir venjarar við útbúgving eru til flestu ítróttagreinirnar. Nú hevur bogaskjótideildin tikið eitt stig á vegnum.

Næsta skeiðið verður sunnudagin, eftir kappingina, ið verður í ítróttarhøllini á Eiði.