Sum heild gongur og seint at hjálpa børnum, sum hava trupulleikar av ymsum slagi. Tað staðfestir Óli Rubeksen, leiðari í SSP samstarvinum, í skúlablaðnum. SSP er samstarv ímillum skúlar, almannaverkið og løgregluna. Í eini roynd at veita børnum, sum fáa trupulleikar, skjótari hjálp, verður nú farið undir eina royndarverkætlan í trimum kommunum, har endamálið er at lofta børnum, sum hava okkurt at stríðast við, so so skjótt sum gjørligt. Verkætlanin, sum hevur fingið heitið, TÍTT, sum stendur fyri Tilbúgving í tøkum tíma. Óli Rubeksen sigur við Skúlablaðið, at vit síggja børnini, sum hava okkurt at sríðast við, men vit vita ikki reiðiliga, hvat tað snýr seg um, og hvat skal til fyri at koma barninum og foreldrunum til hjálpar. - Sum heild fáa børn, sum hava okkurt at stríðast við, hjálpina ov seint, hetta átakið hevur til endamáls at lofta børnunum tíðliga.
Hann sigur, at tvørfakligt samstarv er avgerðandi. - Tað, sum hevur ógvuliga stóran týdning, er, at foreldrini eru partur av hesum frá fyrsta degi, sigur Óli Rubeksen
Av tí at bæði dagstovnar og skúlar eru í verkætlanini, eru landsmyndugleikar og kommunalir myndugleikar uppi í. - Vit hava eitt ráðgevandi toymi, ið samskipar og stuðlar starvsfólkunum, annars eru tað starvsfólkið í skúlum og dagstovnum, sum eru um børnini, ið verða partur av verkætlanini. - Starvsfólkini arbeiða eftir einum trivnaðarskjali og vita, hvørji viðurskifti tey skulu hava eyguni við.
Kommunurnar í royndarverkætlanini eru Hvannasunds kommunu við dagstovni, frítíðarskúla og barnaskúla, Eysturkommuna við tveimum dagstovnum, frítíðarskúla, forskúla og skúla fyri 1.-3. flokk, og Tórshavnar kommunu við Eysturskúlanum, tveimum dagstovnum og frítíðarskúla. Royndarverkætlanin varir fram til á sumri 2016, tá ið eftirmett verður.
Arbeitt verður eftir einum skipaðum leisti, har allir fakbólkar og starvsfólk innan økið 0 – 10 ár hava sín leiklut, tað vil siga, heilsufrøðingar, dagrøktarar, pedagogar og hjálparfólk á dagstovnum og frítíðarskúlum og lærarar. - Í hesum eru foreldrini týdningarmesti samstarvfelagin hjá fakfólkunum, tí tey kenna barnið best, sigur leiðarin fyri SSP. Hann sigur, at í hesum sambandi, verður tosað um, at at børn vera flokkað í grøna, gula ella reyða støðu. Børn í grønari støðu trívast, mennast og læra á øllum økjum. Tá ið børn er í gulari støðu, er ymiskt ið undrar, og skal kannast og greinast nærri. Og hvat børnum í reyðari støðu viðvíkur, er orsøk til at stúra og at seta tiltøk í verk.
|