Børnini mugu brúka ov nógva tíð til fyrireiking

– Vit óttast, at børnini fara at brúka ov nógva tíð í skúlanum til fyrireiking til landsroyndina. Tí mæla vit til, at landsroyndir ikki vera í ár.

– Vit óttast, at børnini fara at brúka ov nógva tíð í skúlanum til fyrireiking til landsroyndina. Tí mæla vit til, at landsroyndir ikki vera í ár.

 

Tað sigur Annika Sølvará, forkvinna í felagnum Heim og Skúli, sum mælir Mentamálaráðnum at avlýsa landsroyndirnar í ár.

 

Annika Sølvará sigur, at tey óttast, at børnini fara at brúka ov nógva tíð aftur at venja seg við royndirnar á pappíri, nú tey hava vant seg við telduna.

 

Hoyrið samrøðu,sum Rás2 gjørdi við Anniku  Sølvará um málið við at trýsta á pílin undir myndini.