Í vár setur Tórshavnar kommuna skjøtul á eina nýggja verkætlan, har ætlanin er at skipa fyri einari matskipan á øllum dagstovnunum. Endamálið er, at børn kunnu fáa mat á middegi umframt millummála.
Tað boðar borgarstjórin, Heðin Mortensen, frá í tíðindaskrivi í dag.
Harumframt fer kommunan undir at orða ein matpolitik fyri alt dagstovnaøkið.
- Eingin ivi skal vera um, at maturin skal vera sunnur og heilsugóður. Eisini skulu neyðug atlit takast at teimum børnum, sum vegna eitt nú allergi ikki tola ávísan mat, mjólk v.m., skrivar borgarstjórin.

Børnini fáa nú mat á dagstovnunum





