Børn skulu vita, at Norðurlandahúsið er teirra hús

Við tiltaksrøðini Lítlahús tekur Norðurlandahúsið eitt nýtt stig til at gera list og mentan atkomuligari fyri børn. Endamálið er, at børn skulu kenna seg heima og uppliva list upp á egnar fortreytir. Tiltøk verða hvønn mánað.

 

Børn klatra á Norðurlandahúsinum

List fyri børn – tætt við og í barnahædd

 

Nýggja tiltaksrøðin hjá Norðurlandahúsinum Lítlahús eggjar børnum at koma nærri at listini við at skipa fyri tiltøkum, sum hvønn mánað bjóða upp á upplivingar til alla familjuna. Tónleikur, sjónleikur, bókmentir, rørsla og visuelt úttrykk á høgum stigi. Alt innihaldið er sergjørt til børn, soleiðis at tey kunnu uppliva listina aktivt, seta spurningar og vera við til at skapa upplivingina. Her er rúm fyri hugflogi, hugdýping og ævintýri – og børn kunnu granska listaliga heimin í egnari ferð.

 

Mentanarleiðari Knut-Øyvind Hagen greiðir nærri frá visjónini:

 

“Børn og ung eru framtíðin. Eg vil byggja pallar, har tey kunnu úttrykkja seg frítt, uppliva sterk, listalig úttrykk og hava eina kenslu av, at tey eiga ein lut í húsinum. Lítlahús skal vera eitt stað, har gleði og látur møta undran og forvitni – eitt stað, har børn eru bæði áskoðarar og samskaparar.”

 

Frá rúmdarfarum til Gandafloytuna

 

Komandi tíðin verður merkt av einum ektaðum rúmdarfara, einum demokratifestivali og einari nýtulking av operettuni Gandafloytan. Sesongin fer av bakkastokki 31. januar við barnakonsertini Nu Ska Vi U Å Sejle, sum letur dyrnar upp til eitt heilt ár við mentanarupplivingum, ið eru skraddaraseymaðar til tey yngstu.

 

 

 

Fyribils skrá

 

31. januar, kl. 14: Barnakonsert – Nu Ska Vi U Å Sejle

 

22. februar, kl. 13: RÚMDARDAGAR – hitt ein veruligan rúmdarfara

 

21. mars: Demokratisjónleikur

 

18. apríl: Gandafloytan

 

9. mai: Norðurlendski bókaslúkurin – søguupplestur og verkstova

 

 

 

Eitt hús til børn

 

Við Lítlahúsi vil Norðurlandahúsið styrkja sambandið við børn og ung og geva teimum eitt natúrligt pláss í húsinum – ikki bara sum gestir, men sum virknir luttakarar í felagsskapinum. Skráin verður dagførd leypandi á nlh.fo.

 

##med2##

 

 

 

Børn klatra á Norðurlandahúsinum

Mentanarleiðari Knut-Øyvind Hagen