– Ein heiður og ein dreymur at spæla við symfoniorkestrinum

Eg eri «á gólvinum», soleiðis at skilja, at eg  so at siga uttan slit eri millum fólk, tí eg spæli so at siga alla tíðina, hvørt tað er til brúdleyp, føðingardagar ella annað. So eg veit hvat tað er, ið fólk ofta biða meg spæla, sigur Kim Hansen m.a. við Sosialin.

Um eina viku fer Kim Hansen á pall saman við Føroya Symfoniorkestri, egnum bólki og gestum, har øll tey kendu løgini, ið Kim hevur glett fólk við í áravís, verða at hoyra, men í nýggjum og stásilgum hami.

 

-Tað er sanniliga ein heiður, og ikki minst ein dreymur, at sleppa at spæla saman við Føroya Symfoniorkestri, sigur Kim Hansen.

 

-Á skránni eru løg, sum fólk vilja hoyra. Eg eri spælimaður. Eg eri «á gólvinum», soleiðis at skilja, at eg  so at siga uttan slit eri millum fólk, tí eg spæli so at siga alla tíðina, hvørt tað er til brúdleyp, føðingardagar ella annað. So eg veit hvat tað er, ið fólk ofta biða meg spæla, sigur Kim Hansen.

 

Hetta sigur Kim Hansen millum annað í størri grein í Sosialinum - vikuskifti, sum er komin á handilshillarnar.

 

-Konsertin við Kim og symfoniorkestrinum er framhald av tí, ið vit hava gjørt í eini 6 ár, nevniliga at gera samstarv millum pop/rock og symfoniorkestrið. Eitt slag av cross-over konsertum, sigur Hans Petur í Brekkunum, stjóri í Føroya Symfoniorkestri.

 

-Hetta er flott. Kim fremst við stórum flygli, tónleikabólkur, kórsangarar og Føroya Symfoniorkestur, sigur Hans Petur í Brekkunum.

 

Hans Petur í Brekknum minnir á, at útselt er til leygarkvøldið, men at nøkur atgongumerki eru eftir til konsertina fríggjakvøldið.

 

Magnus Johannessen hevur útsett tónleikin fyri symfoniorkestur, tá Kim fer á pallin saman við Føroya Symfoniorkestri. Hann roynir at skapa eina fjølbroytta ljóðmynd.

 

Les alla greinaina í Sosialinum. vikuskifti, ið er á handilshillunum, ella fæst við at hava net-hald til Sosialin.