Aftur í skipar Bragdið fyri flaggdagsrenning í Havn. Hetta er 28. ferð, at flaggdagsrenningin og hon byrjar beint aftan á almenna flaggdagshaldið á Vaglinum.
Hesa ferðina fáa børnunum ein nýggjan tein og fleiri aldursbólkar at kappast í, sigur Bragdið.
Teinurin hjá teimum vaksnu er líka langur, sum áður. Men aftur í ár fara tey at skipa fyri stuttleikarenning, har øll, sum hava hug at røra seg, kunnu ganga ella renna 3,5 ella 7 kilometrar
Umframt einstaklingakappingina, verður eisini skipað fyri liðkapping ímillum virkir og stovnar. Trý tey fyrstu í hvørjum bólki fáa heiðursmerki, men nummar eitt í hvørjum bólki fær eisini ein vinning
Eisini eru øll, sum verða við í tiltakinum, við í einum lutakasti um vinningar frá matstøðum í Havn.
|