Børn og ung við fjølbreki betri umstøður

Í Runavík er nýggjur depil til reiðar at taka í nýtslu, sum bjóðar dagtilboð til børn og ung við fjøbreki. Depilin kemur í staðin fyri dagstovnin Reiðrið á Saltnesi.

 

Í Runavík er nýggjur depil til reiðar at taka í nýtslu, sum bjóðar dagtilboð til børn og ung við fjøbreki. Depilin kemur í staðin fyri dagstovnin Reiðrið á Saltnesi.

 

Í tíðindaskrivið úr Almannamálaráðnum verður boðað frá, at pláss verður at taka ímóti 12 børnum og ungum, umframt, at átta umlættingarpláss eisini vera til børn og ung úr øllum landinum.

 

Aðalmálið hjá depilinum verður at veita røkt og viðgerð, umframt at skapa góðar umstøður fyri børnini og tey ungu at mennast kropsliga, sálarliga og fatanarliga, boðar Almannamálaráðið frá.

 

Ætlanin um depilin byrjaði á heysti 2010, tá ið bygginevnd varð sett, sum á heysti í 2011 handaði landsstýriskvinnuni tilmæli um staðseting og byggiskrá. Spakin varð settur í í januar 2013, og gongd varð sett á byggingina miðskeiðis í 2013.

Depilin varð upprunaliga mettur at kosta góðar 24 milliónir krónur, men fíggjarkarmurin varð hækkaður til 26,5 mió. kr. Reiðrið á Saltnesi letur nú aftur, og alt virksemið verður flutt yvir í Depilin, ið er á Gerðisvegi 5 í Runavík.