Børn í Porkeri stuðla Ukraina

Næmingar hava lisið, skrivað, málað, límað og bakað ukrainskar bollar.

Næmingarnir Porkeris skúla hava arbeitt við Ukraina og fara í dag at hava páskareggja - og lutaseðlasølu í Handlinum hjá Zakanum í Porkeri.

 

Allir næmingarnir frá 1. til 7. flokk hava í 3 dagar arbeitt við Ukraina. Lisið, skrivað, málað, límað, bakað ukrainskar bollar.

 

Fríggjadagin, í dag,  frá kl.10-18 verður páskareggjatombola, lutaseðlasøla við nógvum góðum vinningum til frama fyri Ukraina.

 

Næmingarnir siga seg vóna góða undirtøku og takka teimum, ið ætla sær at stuðla.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##