Børn í Hoyvík hjálpa neyðstøddum børnum og ungum

Tey hava samlað nokk av pengum til mat til 2741 børn í ein heilan mánað

Eisini børnini í skúlanum í Hoyvík hava tikið eitt stórt tak fyri at hjálpa neyðstøddum úr Ukraina. Hesa vikuna hava tey havt evnisviku og hesa ferð var evnið Hjálpandi Hondin. Fremsta endamálið var at savna pening til neyðstødd børn og ung í Ukraina og í Afganistan.

 

Á skúlanum í Hoyvík siga tey at næmingarnir arbeiddu hugagóðir fram ímóti stuðulstiltakinum og stuðulsrenningini, væl stuðlað av systkum, ommum, abbum og onnur avvarðandi.

 

Tá peningurin var taldur upp, kundu næmingarnir í Hoyvíkar skúla lata Reyða Krossi heilar 137.088 krónur. Jóannes Ejdesgaard, formaður fyri Reyða Kross í Føroyum, tók ímóti kekkinum undir morgunsanginum í morgun. Maisól Ísheim Hentze, forkvinna í næmingaráðnum, handaði honum kekkin.

 

Jóannes Ejdesgaard, sum er gamal roknilærari, greiddi næmingunum frá, at peningurin, sum tey hava savnað saman er nokk til mat til 2741 børn í ein mánað ella til 82252 børn í ein dag.