Í sambandi við seinsummardagar á Sandi, sum byrjaðu í gjár og halda fram í dag, hava tvær kappingar verið á skránni í dag.
Klokkan 19 í kvøld verður steypahandan fyri hesar báðar kappingar, har steyp verða latin nummar 1, 2 og 3 í báðum kappingunum.
Talan er um skjótikapping, sum Skjótifelagið í Sandoynni skipar fyri og fiskikapping fyri børn upp til 16 ár, sum hevur verið Úti í Støð, tey rópa.
in.fo var ein túr Úti í Støð á Sandi í dag, tá børn og familjur í góðveðrinum hugnaðu sær við bryggjukantin.
Tey børn, sum fingu mest, mundu hava einar 7-9 skrubbur, og onkur einstakur seiður varð eisini veiddur teir báðar tímarnar millum klokkan 13 og 15, sum kappingin vardi.