Børnini í skúlanum á Argjahamri hava tikið eitt tak fyri at hjálpa fólki í fátækum londum at verða koppsett fyri koronu. Í sambandi við ein evnisdag um heimsmálini hjá ST, hava næmingar á Skúlanum á Argjahamri eisini samlað pengar inn til Reyða Kross.
Næmingarnir gjørdu ymiskar lutir, ið tey síðani seldu til familju og kenningar. Tilsamans komu kr. 31.304 inn, sum tey gjørdu av at lata Reyða Krossi at brúka til neyðhjálp úti í heimi. Endamálið við hesi gávuni er at stuðla uppundir, at eisini heimsins veikastu menniskju fáa møguleikan at verða koppsett.
Reyði Krossur skrivar á Facebook, at eitt, tey arbeiða við í hesum sambandi, er, at samskipa, og tryggja, at koppingarevnið fyri korona verður býtt út til fólk upp á ein rættvísan máta. Tað merkir, at eisini tey mest viðkvomu menniskjuni verða tikin við, so at tey kunnu verða koppsett fyri koronu.
Á myndini, sum er av Facebook hjá Reyða Krossi, tekur Jóannes Eidesgaard, aðalskrivari hjá Reyða Krossi í Føroyum, ímóti gávuni frá næmingunum.