Børkin í gjaldssteðg

Børkin, sum er ein samanrenning av Træsmiðjuni og BSV, er farin í gjaldssteðg

Felagið »Børkin« er farið í gjaldssteðg. Skiftisrættarfundur verður seinnapartin, har støða verður tikin til, hvør víðari gongdin er og har eitt eftirlit allarhelst verður sett, sum skal hava leiðsluna av felagnum um hendi.

 

Tað er ikki meiri enn eitt gott ár síðani, at Børkin var sett á stovn. Tað vóru Træsmiðjan og Bygningssnikkaravirkið, sum løgdu saman.

 

Ætlanin var, at samanlagda virkið skuldi veita kundunum eina heildarloysn, eina enn betri og fjølbroyttari tænastu.

 

Børkin hevði frá byrjan av 34 starvsfólk, harav fleiri vóru at meta sum serkøn fólk á sínum øki.

 

Millum virksemi hjá Børkini er millum annað umvælingin av Hósvíkar kirkju. Á myndini sæst nýggja kirkjutornið, sum Børkin hevur latið byggja. 

 

Les eisini Arbeiði við Hósvíkar kirkju seinkað

  

Tá eitt felag fer í gjaldstegð, so er tað vanliga tí, at felagið sjálvt hevur valt at boða Skiftirættinum frá, at felagið hevur valt at fara í gjaldsteðg. Skiftirætturin tilnevnir tá eitt eftirlit, sum skal góðkenna allar útgjaldingar hjá felagnum, og sum í veruleikanum  hevur leiðsluna av felagnum um hendi.

 

Endamálið við einum gjaldsteðgi er at fáa ein skáa soleiðis, at felagið kann rekonstruerast. Tað er Skiftirætturin, sum ger av, hvussu leingi, gjaldsteðgur er, tó kann hann í mesta lagi vera í eitt ár.

 

– Í praksis verður gjaldsteðgur ofta brúktur til at fyrireika ein konkurs, sigur roknskaparkønur, sum in.fo hevur tosað við.

 

Tað er bara eftirlitið, sum kann gjalda rokningar fyri felagið, og tann advokaturin – sum tað ofta er – sum verður settur, vil vanliga halda seg til konkurslógina soleiðis at merkja, at eingin av kreditorunum verður forfordeildur, men at øll fáa sítt – lutfalsliga – úr felagnum.