Børge til dystin fús

Jess Holtsø, sum hevur leiklutin sum Børge við sjúkrakassabrillunum og síða hárinum, sonur Kjeld og Yvonnu - gleðir seg aftur at skula á pallin

Í nýggja leikritinum er hann vaksin og er fráskyldur konu síni.

Jess,. sum m. a. hevur arbeitt sum narkoráðgevi, heldur ætlanin fer at eydnast:

? Filmarnir hava longu fingið ein »kultstatus«. Tað gongur framvegis ikki dagur, at onkur kallar meg Børge á gøtuni, ella at onkur vil hava mín autograf. Hóast eg umsíðir er vorðin ein hálvgamal maður, sgur hann.

Jess Holtsø hevur mangan hugt eftir filmunum aftur og aftur og er framvegis líka væl nøgdur við avrikið:

? Eg haldi framvegis, at vit hav a orsøk at vera stoltir av okkum sjálvum. Hatta var bara »skide professionelt«, sum hann tekur til. ? Vit vóru eitt team, sum fungeraði heilt væl saman. Eg minnist ikki nakran film í fólkakomediu-sjangruni siðani, sum bara so nøkulunda kann sammetast við Olsen-Banden, sigur hann.

Jess Holtsø hevur ikki altíð havt tað eins lætt, síðan hann hvarv av pallinum. Í nøkur ár var hann ein vónleysur narkomanur. Eftir eina væleydnaða avvenjing hevur hann havt ymisk størv sum m. a. medarbeiðari á eini avvenjingarstøð, Á»roadie« fyri fleiri rockbólkar og sum tónleikari.

? Eg elski framvegis at upptrakka, so tá taðeg var liðugur við film og sjónleik legðist eg á tónleikin. Tað er tónleikin hjá teimum svørtu, sum mær dámar best. Eg havi verið limur í fleiri bólkum.

Tað var ein stuðul frá Nordisk Film upp á 50.000 krónur - ti ein viðgerðarstovn - sum bjargaði honum úr narkohelvitinum:

? Uttan hasar pengarnar hevði eg verið glataður - og kanska deyður í dag?