– Paul Watson, skipari, tørvar teg. Hvalirnir tørva teg.
Soleiðis skrivar Sea Shepherd felagsskapurin á Facebook í kvøld. Áður hava tey sagt, at tey máttu stegða lýsingunum eftir sjálvbodnum at koma til Føroya, tí áhugin var so stórur. Men so tykir ikki vera nú. Felagsskapurin skrivar soleiðis:
»GrindStop 2014 hevur verið ávegis nú í ein mánað. Nógv sjálvboðin úr øllum heiminum eru komin at hjálpa okkum at verja hvalirnar her í donsku Føroyum. Eingin hvalur er tripin í Føroyum, síðani vit komu. Vit víðka nú bólkar okkara í vónini at halda grindadráðinum burtur.
Tað ber ikki til at vita, um hvalir fara at doyggja í morgin.
Okkum tørvar teg. Grindahvalirnir tørva teg.
Vit verða her til 1. oktober. Vinar hugsa um at søkja um at gerast partur av manning okkara her. Vit halda eyga við øllum dreparastrondum, hvønn dag, og vit eru klár leggja uppí fyri at verja hvalin. Ert tú tað? Her eru 22 hvalvágir. Hetta er eitt stórfingið arbeiði, og okkum tørvar teg. Tíni eygu. Tìnar hendur. Tess fleiri vit eru, lætta verður tað og betri møguleikar hjá Sea Shepherd at vera hera, tá hvalirnir tørva okkum.
Vit vóna at hoyra frá tær.«