Boeing roynir síðuvind í Íslandi

Eitt nýtt flogfar av slagnum Boeing 747-8 setti seg í gjárkvøldið á flogvøllin í Keflavík í Íslandi. Ørindini eru at vita, hvussu flogfarið skikkar sær í síðuvindi, og tað skuldi ligið væl fyri, tí veðurmenninir siga frá nógvum vindi á Suðurlandinum.

Flogfarið er 76 metrar langt, og veingjabreiðið er 68,5 metrar. Hetta er størsta ferðamannaflogfar, sum Boeing hevur gjørt. Tað kann taka 467 ferðafólk, men í fyrsta umfari skal tað brúkast til at flyta farm við. Annars líkist flogfarið tí nýggja Dreamliner-flogfarinum hjá Boeing.