1. februar 1977 byrjaði nýggja Boeing flogfarið hjá Mærsk Air regluliga flúgving í staðin fyri Fokker Friendship-flogførini, sum vórðu seld. Tilsamans 72 ferðafólk vóru við á fyrsta túrinum.
Við teimum gomlu flogførunum varð flogið hvønn dag og upp til 21 ferðir um vikuna, meðan nú bert verður flogið 9 túrar um vikuna um summarið.
Við Boeing-flogførunum vaks kapasiteturin úr 280 til 500 sitipláss um vikuna.
Flogfelag Føroya keypti nýtt flogfar
Í 1977 keypti Flogfelag Føroya eitt nýtt “Merlin 3A” flogfar, ið kundi flúgva meira enn tvær ferðir so langt sum Cessna-flogfarið, sum Flogfelagið hevði átt. Hetta kundi verið í luftini í umleið 9 tímar. Flogfarið kundi taka 9 ferðafólk umframt manningina.
Merlin-flogfarið var tað fyrsta av sínum slagi í Norðurlondum og kostaði umleið 6 milliónir krónur.
Kelda: Mýndaárbókin – árið ið fór 1977