Í seinasta lagi 14. mai skulu garðar og hegn í Tórshavnar kommunu verða í seyðahøgum standi. Hetta minnir Tórshavnar kommuna á í dag inni á heimasíðu síni
– Hetta merkir, at teir skulu vera so mikið høgir, at seyður ikki leypur innum. Seyðurin skal eftir hetta vera uttangarðs. Antin skal seyðurin út í hagan ella verða á traðunum, sigur kommunan.
Hegnsýnisnevndin hevur umsjón við gørðunum, og eru viðurskiftini ikki í lagi, fáa eigararnir boð um hetta.
– Heitt verður tí á øll, ið varða av jørð, um at síggja til, at garðarnir eru í lagi, nú teir skulu tæna sínum endamáli – at halda seyðin burtur frá bø, bygd og býi, sigur kommunan.
– Vanligt var at siga, at hæddin skuldi vera upp undir hondina á einum vaksnum manni.
Tað er lógarkrav, at seyðurin ikki skal sleppa at ganga innangarðs alt árið.












