Body Shop stuðlar Kosovo

The Body Shop boðar frá, at konsernin eisini stuðlar Kosovofólkinum.

Body Shop stuðlar á tveir mátar. Tann eini er, at vit hava eina bússu standandi í handlinum í SMS eins og allir hinir ?BodyShop? handlarnir í verðini. Uml. 1.700 handlar. Peningurin ferð óskerdur til Reyða Kross til frama fyri Kossovo.

Hin mátin er, at konsernin í DK stuðlar einari verkætlan, sum gongur út uppá, at hvørja ferð tú klikkir www.click2help.dk og fer inn á The Body Shop bannarin fara 5 kr frá the Body Shop óskerdar til Reyða Kross til frama fyri Kosovo fólkinum. (The Body Shop stuðlar við upp til 25.000 kr).

Tað er soleiðis, at Reyði Krossur hevur gjørt heimasíðuna og áhugað virki, sum kenna á sær sosiala ábyrgd, útvega peningin.

Tað er ein partur av missiónini hjá The Body Shop at stuðla menniskjarættindunum. Okkara sjónarvinkil er ikki politiskur, men humaniterur. Tað snýr seg ikki um fólksins uppruna, navn ella húðalit, men um tað ómenniskjansligu støðu tey eru í, sigur Asloy Winther, leiðari í Body Shop í Føroyum.