- Eg kenni venjaran hjá KÍ. Eg tók Pro License venjaraútbúgving saman við honum. Mikkjal er ein ótrúliga dugnaligur maður, og hann hevur ment liðið hjá sær at vera tað greitt besta liðið í Føroyum. Eg havi ikki sæð KÍ, men eg kenni stílin. Tað er eitt sera væl skipað lið, og teir venja nógv. Tað verður stuttligt hjá okkum at møta nýggjum liðum. Vit skulu brúka tíð uppá at seta okkum inn í hvussu KÍ spælir. Soleiðis orðar høvuðsvenjarin hjá Bodø/Glimt, Kjetil Knutsen seg um Mikkjal Thomassen og KÍ á í samrøðu við heimasíðuni hjá Bodø/Glimt nú liðini møtast í fyrsta undanumfarinum í Champions League undankappingini.
Kjetil Knutsen hevur ikki prátað við Mikkjal Thomassen aftaná lutakastið, men hann kann fortelja heimasíðuni hjá Bodø/Glimt, at Mikkjal hevur verið á vitjan, og tí kennir Mikkjal felagið væl: - Hann hevur fylgt við okkum, og hevur verið her í Bodø fyri at læra hvussu vit gera. Mikkjal fer at hyggja eftir dystunum Bodø/Glimt hevur spælt tvey tey seinastu árini, tað eri eg vísur í. Mikkjal er ótrúliga dedikeraður og fyrireikar seg væl. Hann kennir Bodø/Glimt nógv betri enn vit kenna KÍ júst nú. Men tað er ein løta til vit skulu møtast, sigur Kjetil Knutsen í samrøðuni.
Kjetil Knutsen ivast ikki í, at nógvir fjepparar hjá Bodø/Glimt hava fegnast, tá tað frættist, at Bodø/Glimt skal møta einum føroyskum liði, men Kjetil Knutsen ávarar um, at føroysk lið hava áður sligið norsk lið út í evropeiskum kappingum: - Hetta verður eingin "Walk in the Park". Norskur fótbóltur liggur hægri enn føroyskur, og vit eru styrkismettir. Vit mugu tola at vera favorittur. Hetta fer at minna um at møta einum liði úr næstbestu deildini í steypakappingini, sigur Kjetil Knutsen.
Kjetil Knutsen minnir á, at Bodø/Glimt hava tapt í norsku steypakappingini móti liðum úr næstbestu deildini, tí teir á degnum ikki hava verið nóg professionellir. Kjetil Knutsen heldur, at tað verður tann professionella tilgongdin, ið fer at gera av hvør vinnur samlaðu uppgerðina millum Bodø/Glimt og KÍ.
Fyri Kjetil Knutsen hevur tað stóran týdning at vinna seg eitt umfar víðari, tí tá verður tað lættari at vinna seg í eitt bólkaspæl um liðið dettir niður í Europa League undankappingina tá.