Bodø/Glimt hevur illa ráð til ein útsettan dyst móti KÍ við Djúpumýru í kvøld. Bæði KÍ og Bodø/Glimt skulu umframt seinna Champions League undankappingardystin, ið eftir ætlan skal spælast í kvøld eisini spæla dystir í evropeiskum kappingum í komandi viku og í aðru viku.
Haraftrat hevur Bodø/Glimt dystir í bestu norsku fótbóltsdeildini, ið skulu spælast.
Nú dysturin móti KÍ er útsettur ein dag hevur Bodø/Glimt minni enn trý samdøgur til ein útidyst í bestu norsku fótbóltsdeildini móti Ham-Kam, ið skal spælast leygardagin klokkan 17.
Og komandi tvær vikurnar skal Bodø/Glimt mitt í viku spæla móti antin Linfield ella The New Saints í øðrum umfarinum í Champions League undankappingini, um ikki KÍ ger aldarinnar vørr og sendir Bodø/Glimt úr kappingini. Taparin skal óannsæð spæla tveir dystir í øðrum umfari í Europa Conference League undankappingini.