Óbodnir gestir umborð á Saksaberg

.

Milum tann 23. og 27. desember 1999, hava óbodnir gestir vitjað umborð á Saksaberg, sum lá í Havn.

Ótangarnir hava brotið rút í eini hurð í stýrhúsinum. Teir hava m.a. fingið við sær neyðrakettir og bluss, fløguspælara, amboð, eitt 14? sjónvarp og video.

Bergleif Brimvík sigur av politistøðini í Havn, at hann veit ikki hvusuu er við vaktum, ella um skipið lá við bryggju ella var á skipasmiðju. Men tað tykist ikki, sum nakar vakthavnadi hevur verið umborð jóladagarnar, tá bert kann staðfestast, at innbrotið er hent millum tann 23. og 27. desember.