Boðkríggj: Tottenham tvíheldur um Harry Kane

Premier League: Bayern Munchen hevur bjóðað upp á Harry Kane, men Tottenham tvíheldur um stjørnuspælaran

Mynd: (Scanpix) Harry Kane við enska landsliðnum móti Malta

29 ára gamli Harry Kane hevur bara eitt ár eftir av sáttmálanum við Tottenham. Hann hevur verið loyalur øll árini og bara umboða onnur feløg, tá hann er leigaður út sum yngri. Men nú er líkt til, at viðhaldsfólkini hjá Tottenham mugu fyrireika seg upp á, at tað eru onnur feløg, ið vilja hava málslúkin.

 

Í gjár skrivaðu fleiri av fremstu altjóða ítróttarskrivarunum, at Bayern Munchen hevur bjóðað áleið 520 milliónir krónur fyri áleyparan, men at Tottenham hevur avvíst upp á standandi fót. Tað skriva millum annað Sky Sports Týskland, The Athletic og kendi ítróttarskrivarin, Fabrizio Romano.

 

Harry Kane var fyri tveimum árum síðani á veg til Manchester City, men Tottenham vildi ikki selja. Hetta hóast áleyparin gav almen tekin um, at hann vildi sleppa avstað, so hann kundi vinna nøkur steyp. Steyp eru ein mangulvøra hjá Tottenham.

 

Nú er bara eitt ár eftir av sáttmálanum og tí má Tottenham selja nú, um áleyparin ikki skal skifta fyri einki til komandi kappingarár. Harry Kane hevur eisini verið settur í samband við Manchester United og Real Madrid.

 

Mynd: (Scanpix) Harry Kane við enska landsliðnum móti Malta