Boðini vóru ov lág

Bank Nordik hevur valt ikki at selja vinnukundavirksemið í Danmark, men í staðin at fremja eina stýrda avtøku. Hetta gevur bankanum møguleikan at gjalda eitt serligt vinningsbýti à 200 milliónir krónur í 2016. Umframt hetta væntar bankin at kunna gjalda eitt vinningsbýti à í minsta lagi 100 milliónir eftir treytaðu søluna av tryggingarfelagnum Vørði.

 

23. septembur boðaði Bank Nordik frá, at bankin var farin undir eina sølutilgongd viðvíkjandi danska vinnukundavirkseminum. Líkt er tó til, at boðini, sum bankin fekk upp á vinnukundarnar ikki vóru nøktandi, tí bankin hevur í staðin valt at fremja eina stýrda avtøku av danska vinnukundavirkseminum.

 

Bankin væntar at meginparturin av danska vinnukundavirkseminum verður avtikið í ár og fyrru helvt í 2016.

 

Bankin boðar tó frá, at hann varðveitir sínar ætlanir fyri privatkundaøkið í Danmark.