Vindurin verður millum hvassan vind og storm av útsynningi, og av og á hvassur stormur við hørðum hvirlum.
Seint seinnapartin makar hann vindin til stívt andøvsgul upp í hvassan vind.
Í kvøld og nátt mest skýggjað veður og regn. Vindurin byrjar við stívum andøvsguli upp í hvassan vind og storm av suðuri.
Hitin í nátt millum 3 og 7 stig.