Í gjár varð ringt til løgregluna at boða frá, at nógv olja var at síggja á sjúnum í Djúpunum. Tað var ein maður, sum var í Djúpunum við báti, sum boðaði frá. Tað sá ógvusligt út og upprunaliga varð mett, at talan var um einar 1.000 litrar av olju, sum var farið á sjógv.
Tey fóru at kanna málið og fylgdi oljuslóðini líka inn á Fuglafjørð og til eina pumpustøð har. Tað vísti eg, at talan var ikki um so nógva olju, sum upprunaliga mett, tí talan var heldur um 250-300 litrar av tungolju, sum var farin á sjógv.
Tað var vónleyst at taka hana upp, tí hon var farin so víða um og út á streymasjógv. Løgreglan fer nú kanna málið fyri at vita, hví oljan er farin á sjógv. Talan kann vera um eitt tekniskt brek ella ein menniskjansligan feil og tá ið úrslitið av tí fyriliggur, verður støða tikin út frá tí.