Ein jólagáva kann verða hvat sum helst, og tað eru ikki allar sum kunnu liggja innpakkaðar undir jólatrænum. Eina slíka gávu fekk Tórun Højgaard á Argjum. Hon fekk nevniliga eina VW Boblu í jólagávu frá soninum Rúna W.Højgaard.
Rúni visti, at mamman altíð hevur ynskt sær eina Boblu, og fekk hann tí hugskotið at keypa henni eina slíka. Hann leitaði á internetinum og fann hesa bobluna í Danmark. Rúni sigur, at hann gav eitt boð, sum hann ikki roknaði við at seljarin fór at góðtaka, men tað gjørdi hann. Fleiri Boblur vóru upp á tal, men eg eri glaður fyri, at tað bleiv hendan, sigur hann.
Boblan er frá 1974 og hevur 1,6 ccm motor við umleið 55 hk. Kilometurteljarin stendur á 47.000, men motorurin er skiftur, og hann hevur einans koyrt 20.000 km. Talan er um eina sonevnda Super Beetle, sum er eitt sindur fínari enn hinar, sigur Rúni.
Boblan kom til Føroyar við Norrönu fyri jól. Tað var ein vinmaður hjá Rúna, Búgvi Øster, sum lesur í Danmark, ið hevði bilin við heim í jólaferiu.
Tórun sigur, at hon visti einki um bilin, fyrr enn hon jólaaftan fekk ein flottan gávupakka við lyklunum til bilin, sum stóð í eini garasju í grannalagnum. Eg gjørdist sjálvandi ovfarin og skilti einki av tí heila, men eg eri glað fyri Bobluna, sigur hon.