Bobby Kimball hugnar sær í Havn

Kendi fyrrverandi sangarin hjá TOTO, Bobby Kimball lendi í øllum góðum við sínari manning í gjárakvøldið.

 

Seint í gjárakvøldið og í dag hava Bobby Kimball og manning verið runt og hugna sær í Havn og aðrastaðni, og tíð bleiv eisini til ein góðan bita á matstovuni, Carello.

 

Áðrenn Bobby Kimball fer á pall í høllini á Hálsi í kvøld skal hann vitja sendingina "Hvonn Live" á Rás2.

 

Seinast Toto vitjaði í Føroyum var miðskeiðis í 90'unum, tá hevði Bobby Kimball ein steðg úr bólkinum, og tí sang gittarleikarin Steve Lukather á konsertini í Høllini á Hálsi. Hetta var ein minnilig konsert, og fleiri ferðir síðan hevur man roynt at fáa bólkin til Føroyar aftur - tó uttan eydnu.

 

Bobby Kimball var við til at stovna Toto í 1976 og stóð á odda fyri bólkinum á teimum fyrstu fýra útgávunum, til hann í 1984 fór burturúr bólkinum. Toto hevði skiftandi oddamenn til Kimball aftur kom við í 1998 og sang við til Toto gavst í 2008.

 

Tá Toto varð fyribils endurstovnað í 2010, valdi Kimball ikki at fara við aftur. Men heldur at halda fram við sínum egna bólki.

 

Tað vóru tó eitt stórt blómutyssið av TOTO-løgum, sum Bobby Kimball fer at framføra á konsertini, sum byrjar klokkan 20 í kvøld.

 

Jens Marni Hansen við bólki hitar fjøldina upp til brakið.