Bobby Bolton er nýggjur venjari í FS Vágar 04. Hann væntast at koma til Føroya mitt í næstu viku, veit heimasíðan hjá FSV04 at siga. 57 ára gamli Bobby Bolton er ikki ókendur í Føroyum. Í áttati árunum var hann venjari Fuglafirði og eitt skifti eisini í Runavík. Seinastu árini hevur hann arbeitt í Liverpool FC. Har hevur hann í seks ár verið ungdómsvenjari og síðani í tvey ár analytikari, sum tað verður sagt á FSV04 heimasíðuni.
Dysturin á Sandi í dag var tann síðsti, sum Hegga Samuelsen hevði ábyrgdina av FSV04 liðnum. Hegga var hjálparvenjari, tá ið Bill Jacobsen vandi FSV04, og nú verður Hegga aftur ungdómsvenjari.










