Bobbi Kristina roynir at gloyma pápa sín

Tann 19 ára gamla Bobbi Kristina Brown hevur ikki havt tað lætt, eftir at mamma hennara, Whitney Houston, doyði í februar.

 

Bobbi Kristina Brown var sambært miðlunum vónbrotin av pápa sínum, tá ið hann rýmdi frá jarðarferðini hjá Whitney Houston.

 

Nú ynskir hon at kvetta alt sambandið við pápan.

 

Heimasíðan tmz.xom skrivar, at dóttir Whitney ikki dámar sítt egna navn, tí tað hevur beinleiðis samband við pápan Bobby Brown.

 

Bobbi Kristina hevur sagt við vinfólk, at hon hevur viljað broytt navn síðani foreldrini blivu skild í 2007. Men Whitney Houston vildi ikki loyva dóttrini at broyta navn sítt.

 

Eftir at Whitney doyði hevur dóttir hennara tikið avgerð um at broyta navn sítt til Kristina Houston.

 

Sambandið millum Whitney Houston og dóttir hennara hevur altíð verið ógvuliga sterkt, og hava tær báðar eisini framført saman til ávís tiltøk.