Boban skal venja Mjølnir

Boban Ilic, sum hevur verið leikandi venjari hjá greipuvinnarunum í ÍF, er nú farin til Mjølnir, har hann verður leikandi venjari hjá flogbóltsmonnunum, umframt at hann eisini verður venjari hjá kvinnunum. Tað skrivar Kringvarpið á heimasíðu sínari. Menninir hjá Mjølni megnaðu ikki veruliga at gera um seg í landskappingini í fjør, men vónirnar eru, at liðið í størri mun kann mynda føroyska flogbóltsoddin í vetur, verður sagt við Kringvarpið.