Bob syngur jólasangir

Ummælarar vita ikki rættiliga hvat teir skulu halda, nú Bob Dylan er farin at syngja jólasangir á sínum gomlu døgum. Í vikuni kom hansara fyrsta jólafløga »Christmas in the Heart« á marknaðin, har eyðkenda røddin roynir seg við bæði gomlum og nýggjari jólasangum. Fleiri halda Santa Bob ljóða heldur forkølaðan á fløguni, men Dylanska sjarman feilar onki.
Bob Dylan, »Christmas in the Heart«