Boðini væl hægri enn metingin

Arbeiðið at gera svimjihøllina í Klaksvík í forsvarligan stand verður munandi dýrari, enn metingin legði upp til

 

Klaksvík: Mánadagin vórðu boðini at gera fyrsta partin av umvælingararbeiðnum í svimjihøllini í Klaksvík latin upp.

Hóast talan var um almenna útbjóðing, komu bert tvey tilboð, og bæði vóru frá feløgum í Klaksvík. Boðini vóru væl hægri enn metingin av arbeiðnum.

? Hetta vísir, hvussu trupul støðan er í løtuni, tí øll hava ovmikið at gera, og tað ávirkar kostnaðin. Skilið var tað sama, tá arbeiðið at gera útstykkingina á Helnabrekku varð boðið út herfyri, sigur Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík.

Átrokandi er við umvælingum av svimjihøllini í Klaksvík, skal hon ikki verða stongd.


Tvær milliónir á muni

Ein umvælingarætlan er løgd fyri svimjihøllina, og fyrsti parturin av hesi ætlan skal tryggja, at høllin ikki verður stongd.

Fyrsta umvælingarstigið var mett at kosta um seks milliónir krónur, men lægsta boðið var um tvær milliónir hægri.

Kanjon bjoðaði sær at gera arbeiðið fyri 7,9 milliónir, meðan Klaksvíkar Byggivirkið gav tilboð upp á 8,1 milliónir.

? Nú fer umsitingin at kanna tilboðini, og síðani verða samráðingar tiknar upp við Kanjon, sigur Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri.

Fyrstu umvælingarnar eru átrokandi, og ætlanin er at arbeiðið skal byrja í summar.