Boðberi førdi til bin Laden

Tað var ein av trúgvu boðberunum hjá Osama bin Laden, ið leiddi amerikanskan njósnarar til húsini, har saudiarabiski al-Qaeda leiðarin helt til. Ein álítandi boðberi hjá Osama bin Laden førdi amerikanarar til húsini hjá al-Qaeda leiðaranum 50 kilometrar norðan fyri Islamabad.

Bygningurin var so væl vardur og so stórur, at amerikanarar mettu hann vera bygdan til onkran sera týdningarmiklan persón.

Nú fylgdu átta mánaðir av tolnum eftiransingararbeiði, sum endaði við einum tyrluálopi í nátt við servandum Navy Seal hermonnum.

Í út við tíggju ár hevur amerikanskt militer og njósnarar leitað eftir Osama bin Laden. Fangar í Guantánamo Bay høvdu upplýst hjánavnið á manninum, og at hann arbeiddi undir Khalid Shaikh Mohammed, ið var heiliun handan 11. September álopið.

Ikki fyrr enn fyri fýra árum síðani funnu njósnarar fram til veruliga navnið hjá manninum, men tað tók tvey ár aftrat at finna fram til økið, har maðurin arbeiddi.

Ikki fyrr enn í august í fjør knýttu teir boðberan til húsini, og tað endaði sum kunnugt við at Osama bin Laden varð dripin í tyrluálopi í nátt, skrivar New York Times á heimasíðu síni.