Fiskivinna
Í 1998 landaði trolarin Boðasteinur úr Fuglafirði 240-250 tons av búrfiski á Tvøroyri, sum teir seldu fyri umleið 3,5 miljónir krónur. Tað er umleið 1 miljón krónur meira, enn Stjørnan og Polarhav seldu fyri í gjáramorgunin.
Hetta var ein av mongum minniligum túrum hjá Boðasteini og teir, sum høvdu við skipið at gera, minnast ikki minst hendan túrin – og hesa sølu – sum var hon í gjár.
Boðasteinur fiskaði í fýra dagar, men túrurin vardi í umleið 12 dagar við sigling suður móti Asorunum og heimaftur.










