Spariknívurin rakar nú nýggja og stásiliga Boðanesheimið í Havn, sum varð tikið í nýtslu stutt fyri ársskiftið.
Tórshavnar Kommuna hevur fingið boð frá Almannaverkinum um at rakstrarjáttanin til heimið verður skorin 2,5 milliónir krónur. Boðanesheimið er ein kommunalur stovnur, ið tó fær rakstrarjáttan frá landinum. Játtanin verður latin fyri hvørt búfólk á Boðanesheiminum.
Samlaða rakstrarjáttanin er umleið 30 milliónir krónur, áðrenn skerjingarnar.
Tórshavnar Kommuna hevur viðgjørt spariboðini frá Almannaverkinum, og kommunan er ikki samd í grundarlagnum fyri sparingarnar.
- Talan er um eitt nýtt ellis- og røktarheim, og tað hevur tikið tíð at fáa øll 64 fólkini inn at búgva. Eftir øllum er tað hetta, ið nú kemur okkum aftur um brekku, sigur Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri hjá Tórshavnar Kommunu.
Hoyr samrøðu við Jóan Petur Hentze her:










