Boðanesheimið og Bussleiðin

Nú er tað stásiliga Boðanesheimið latið kommununi og umstøðurnar á eldraøkinum í Tórshavnar Kommunu eru nú nógv betri , bæði tá tað kemur til tað, at brúk er fyri røktarheimi, men ikki minst tíðina áðrenn tað kemur hartil.
Um vit hyggja eftir tølunum fyri íbúgvaratalið í kommununi og talið á røktarheimplássum, er talið á røktarheimsplássum á einari leið sambært útrokningum aðrastaðni frá. Hetta greiddi ein sjúkraføðilesandi mær so skilagott frá, tá vit hittust til móttøkuna á Boðanesheiminum.
So er tað upp til okkum, sum starvast á eldraøkinum at leggja alt so væl til rættis, at møguleikarnir viðvíkjandi døgnumlætting við endurvenjing og aðrar fyribyrgjandi ella viðlíkahaldsvenjingar vera so góðar, at okkara eldru í kommununi veruliga kenna seg “í góðum hondum”, tá brúk er fyri hjálp so ella so. Eisini mugu vit bera soleiðs at, at til ber at veita døgnumlætting, tá hóttafall kemur knappliga á. Hetta vænti eg, at allir politikkarar kunnu taka undir við, bæði kommunalir og landspolitikkarar.
Vit fá at vita upp í saman, at tað ikki er fíggjarligt møguligt at leggja eldraøkið út til kommununar , tí eldraøkið gerst so dýrt, tá tað verður lagt út. Um mann endurtekur ein pástand nóg ofta so trúgva fólk tí, men ongin hevur víst á tøl fyri hesum pástandinum. Tað ber til at rokna út, hvat hetta kemur at kosta í 2014, 2024 osv. við framrokningum. Tað haldi eg, vit skulu fáa tøl fyri, áðrenn vit sleingja handan pástandin út.
Nú eitur yvirskriftin Boðanesheimið og Bussleiðin. Tað krevur eina frágreiðing. Tann annars so frálíka Bussleið, koyrir ikki framvið Boðanesheiminum enn í hvussu er. Hetta átti at vera hugsa inn í ætlaninar við Boðanesheiminum. Vit vita, at starvsfólkahópurin, sum kemur at arbeiða har, hoyrir til tann lægsta láglønarbólkin og hugsast kann, at øll ikki hava ráð at hava bil. Tey mugu tí dúva uppá Bussleiðina og tað sama gera nógv avvarðandi, sum koma á heimið at vitja. Mær er fortalt, at onkur hevur takka nei til pláss har, tí tey avvarðandi ikki hættaðu sær at koma á vitjan av somu orsøkum.
Hetta kunnu vit gera betri, um eg veri við, har avgerðirnar verða tiknar í býráðnum.
Setið krossin við Hensiu Einarsson á lista E