Brandur í Dali, valevni á lista E til býráðsvalið í Havn
----
Karmanir hjá teimum eldru í Havnini eru munandi bøttir seinastu árini. Tjarnargarður er bygdur og Boðanesheimið verður tikið í nýtslu fyrsta dagin. Hetta eru tveir varðar í stríðnum hjá býráðnum fyri at minka um bíðilistar til eldrarøkt og eigur býráðið stórt rós fyri hetta.
Boðanesheimið má tó ikki gerast ein koddi. Eldraøkið má framvegis raðfestast høgt, tá telvast skal aftur um fíggjarætlan á Vaglinum.
Arbeiði skal gerast á fleiri hermótum. Sjálvsagt skula vit byggja ellisheim, men vit skula eisini bøta um umstøðir hjá eldri sum heldur vilja búgva heima. Hetta verður sum nú er, gjørt við heimahjálp og umlætting í styttri tíðarskeið umframt matskipanum o.a. Støðan er tó ikki haldgóð sum nú er. Skert verður á heimatænastu og av tí at býtið millum land og kommunu er sum tað er, kann kommunan bara rópa so hart sum gjørligt og minna okkara landspolitikarar á at gera sín part. Ella at lata økið, saman við tí fígging ið krevst til kommunua, so vit sjálvi kunna røkja okkara eldri borgarar við tí virðing tey hava uppiborið.
Eri als ikki samdir við tey sum nevna tað eldrabyrða, men av tí at aldursbýtið í samfelagnum verður broytt, kann hetta skjótt gerast ein samfelagsbyrða um vit ikki taka málið í álvara.
Um vit fáa økið flutt til kommuna er bara ein máti at takla hetta. Loysnin eitur tvørfaklig endurvenjing og røkt, Soleiðis at vit kunna hjálpa fólkið at vera har sum tey flestu vilja vera, nemliga heima í egnum heimið sum longst.
-Myndugleikar, lands ella kommunalt, líkamikið hvør, skula seta neyðuga orku av, bæði á fíggjarliga og leiðsluliga økinum.
-Tað skal arbeiðast tvørfakligt í víðasta týdningi, millum allar røktar og heilsubólkar og borgarin skal setast í miðdepilin.
-Tað skal leggjast dent á at hetta skal vera eitt dygdararbeiði, sum skal skapa jaligt úrslit fyri borgaran, starvsfólk og sum bonus fáa vit eisini betri botnlinju í roknskapinum hjá avvarandi myndugleika.
Til hetta krevst pengar, men teir pengar vit gjalda til venjing, koma meira enn tvífalt innaftur og er hetta eisini við til at økja um lívsgleðina hjá okkara borgarum. Hugburðurin til hetta skal vera at hetta er ikki ein útreiðsla, men heldur ein íløga.
Vit skulu harvið hjálpa teimum eldru at vera sum longst í egna heimið. Ikki bara tí tey flestu vilja tað. Men eisini tí at vit tá velja bestu loysnina, bæði menniskasligt og fíggjarligt.
Royndir í øðrum londum, vísa at tvørfaklig endurvenjing, gevur úrslit fíggjarligt longu aftaná 2 ár.
Hetta merkir tó ikki at vit ikki skulu byggja fleiri búpláss. Aldurbýti verður líðandi broytt og noyðast vit vera fyrireikaði uppá hetta.
Tað eru tíanverri enn fólk, sum sita við andakt og lurta eftir andlátum í kringvarpinum, hetta tí tey eru avvarandi at fólki sum standa á bíðilista til ellis ella røktarheimspláss. Tí muga vit ikki gevast á hondum.
Stríðið fyri at minka um bíðilistar skal halda áfram til bíðilistin vónandi at enda hvørvir heilt.