BMW til alla familjuna

BMW bilverksmiðjan arbeiðir í løtuni við einum rúmligum familjubili, ið verður bygdur yvir BMW-500 plattformin.

 

Bilar

Magnus Gunnarsson




BMW bilverksmiðjan arbeiðir í løtuni við einum rúmligum familjubili, ið verður bygdur yvir BMW-500 plattformin.


Vaksandi áhugi

BMW hevur í longri tíð havt ætlanir um ein rúmligan familjubil. Áður eru gjørdar tvær prototypur, sum ikki blivu til nakað av teirri orsøk, at teir fóru at verða ov dýrir.

Marknaðurin í Evropa er hesi seinnu árini broyttur, soleiðis at áhugin fyri hesum bilum nógv vaksin, hóast teir eru dýrir at keypa.


Prototypa er gjørd

Nú hava teir so aftur gjørt eina prototypu, sum teir hava koyrandi inni á BMW verksmiðjuni, hesin bilurin er 1,74 m høgur, og sær út sum ein rættur BMW í MPV stýli. Bilurin er bygdur yvir ein BMW-500 plattform, ið trekkjur á bakhjól-

unum ella á øllum fýra hjólunum, eins og pláss er til ein V8 motor.


Kelda: FDM / Motor