Tað plagar annars at vera Kina, sum fer avstað við bróðurpartinum av søluni.
Men í ár er leikluturin broyttur, og eftirspurningurin júst úr Kina merkir nú, at fleiri av størstu framleiðarunum í Týsklandi hava verið noyddir at økja um arbeiðstíðina.
Bilframleiðararnir siga, sambært Financiel Times, at teir fara at leggja stilt eitt stutt bil á jólum, ella snøgt sagt arbeiða seg ígjøgnum jólafrítíðina, fyri at kunna nøkta tann økta eftirspurningin.
Størsti framleiðarin av luksusbilum, BMW sigur, at ein fer at lata verksmiðjurnar í Dingolfing og í Leipzig aftur jóladag, og taka arbeiðið uppaftur einaferð millum 26. desember og nýggjársaftan.
Eisini týskt-framleiddi bilurin, Opel, hjá General Motors, er so væl umtóktur, at jólaferian hjá starvsfólkunum er stytt við eini viku á øllum verksmiðjunum. Hetta sama ger seg eisini galdandi hjá Mercedes og Volkswagen.
BMW væntar at fáa eina metsølu av bilum í ár - 1,4 mió bilar. Økti eftirspurningurin er ein stór broyting frá 2008, har kreppan fekk eftirspurningin at hvørva frá einum degi til hin.
Bilmarknaðurin í Vestureuropa er, hóast økta eftirspurningin, ikki rokkin sínum hægsta máli enn. Samlaða sølan í ár verður helst eini 5,6 prosent lægri enn í 2009 í økinum.
mynd
EFTIRSPURNINGUR
Hóast kreppan rakar Europa, er eftirspurningurin so stórur eftir BMW-bilum at fólk fáa færri frídagar á jólum í ár