Í hansara stað er komin hálendski bildesignarin Adrian van Hooydonk, sum er 44 ára gamal, og seinastu árini hevur arbeitt saman við Chris Bangle hjá BMW í München síðan 2004.
Tað var Chris Bangle sum kom við nýggja designstílinum hjá BMW, sum vit kenna í dag. Tað vóru ikki øll sum beinanvegin tóku undir við hansara designstíli, men í dag er hesin designstílur sera væl umtóktur.
Chris Bangle hevur eisini verið við til at designa aðrar bilar hjá BMW-konsernini sum t.d. Rolls-Royce og Mini. Hann fer nú at arbeiða sum sjálvstøðugur bildesignari.