BMW koyrdi á franskar hermenn – fleiri særdir

Ein BMW koyrdi tilætlað á franskar hermenn í morgun, sigur boragarstjórin í Paris-forstaðum,

 

 

Franskir hermenn eru raktir av einum bili, einum BMW, í parísforstaðnum, Levallois-Perret.

 

Tað skrivar fleiri miðlar.

 

Uttan iva var talan um eina tilætlaða gerð, sigur borgarstjóri Patrick Balkany.

 

– Tað er eitt andstyggiligt álop, sigur hann við fronsku sjónvarpsstøðina BFM TV sambært Reuters tíðindastovuni.

 

Bilførarin flýddi, og løgreglan leitar eftir bilinum.

 

Seks hermenn hava fingið skaða í samanstoytinum, sum hendi klokkan 7:15 í morgun okkara tíð.

 

Av teimum eru fýra lættari særdir og tveir álvarsliga særdir, siga fleiri miðlar.

 

Franska sjónvarpsstøðin BMF TV skrivar, at tað var ein maður í einum bili, sum koyrdi á hermenninar í forstaðnum, sum er í ein útnyrðing úr París. Hermenninir eru úr einum trygdarliði, sum varð sett á stovn eftir islamska yvirgangsálpið í 2015, skrivar AP.

 

Enn vita tey einki um motivið.

 

Frankaríki er hart rakt av fleiri álopum seinnu árini, eitt nú í Nice í 2016, har ein maður í lastbili drap 85 fólk í franska býnum.

 

/ritzau/