BMW 700 besti luksusbilur

iÁ stóru bilaframsýningini, sum herfyri var í New York, varð “World Car of the Year 2016” kosin í fleiri kategorium. Besti sportsvognurin var Mazda MX-5, besti powerbilur var Audi R8 V10,  og besti luksusbilur varð nýggja 700-røðin hjá BMW.

 

BMW 700, sum varð kosin heimsins besti luksusbilur, fæst við allari hugsandi hátøknologiskari útgerð sum t.d. laserljósum, sum upplýsa vegin 600 metrar fram. Sum fyrsti hópframleiddi bilur kann BMW 700 parkera sjálvur, uttan at nakar situr við róðrið.

 

Í 2017 kemur ein útgáva av 700-røðini við 6.0 litra V12 motori.

 

Les meira um bilar á www.in.fo/bilar/